Týsdagin 5. januar andaðist Georg Otthamar løgreglumaður í Havn á Landssjúkrahúsinum, 54 ára gamal.
Georg var havnarmaður, sonur Judith og Arthur Otthamar. Hann var elstur av fimm systkjum.
Liðugur við skúlan var hann arbeiðsmaður í nøkur ár, til hann tann 1. mai 1978 gjørdist politistnæmingur. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn í 1980.
Frá 1998 til 2000 var hann í starvi hjá danska ferðaliðinum. Hann arbeiddi annars tey flestu árini á kriminaldeildini hjá politinum.
Georg giftist Christu, dóttir Annbritt og Gunnar Hansen í Havn. Tey hava bæði verið virkin í samkomuni Ebenezer í m.a. sangkórinum. Christa og Georg fingu trý børn: Gunnbjørn, Anna Helena og Bogi.
-red