Georg í Glitni

Georg eystan Á er gamal í garði í Glitni, ella í øllum førum í Kvøldlot, har hann spældi heilt nógv, tann tíð tað var. Leygarkvøldið fer hann á pallin í nýgjørda spælistaðnum við Skálatrø, sum hevur avloyst Kvøldlot, við sær hevur hann frálíku kontrirøddina hjá Sølvu Ford.


Hetta er klimaksi í einum longum tónleikavikuskifti í Glitni, har Andreas Arge leggur fyri hóskvøldið, Kolbein og Sámal halda pallin heitan sunnukvøldið, áðrenn maðurin aftan fyri kanska Føroya størsta popplag Sa sa sa sa trýnur á pallin.
 
Georg var maðurin, sum við Viking Band legði Ísland fyri sínar føtir, langt áðrenn Eivør, Týr og 200 tóku ljóðføri í hond.