Georg fer at gera brúkarasending í sjónvarpinum

Mánakvøldið 31. mars byrjar brúkaratátturin RIST í sjónvarpinum. Talan er um fimtan minuttir við brúkaratilfari hvørt mánakvøld, sum ein partur av Degi & Viku. Tað eru Georg L. Petersen og Bjarnheðin í Hoyvík, sum leggja til rættis

- Eingin brúkari í Norðurlondum er so illa vardur sum tann føroyski. Tað vilja vit gera nakað við. Okkara endamál er at vera teirra amboð, um tey kenna seg órættvíst viðfarin. Vit seta okkum í teirra stað og veita eina tænastu. Tí er tað eisini av stórum týdningi, at fólk venda sær til okkum við teirra málum á teldupostadressuni rist@kringvarp.fo <mailto:rist@kringvarp.fo> .

Soleiðis sigur Georg L. Petersen í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum um nýggju brúkarasendingina RIST. Hann sigur, at tey eisini koma við góðum ráðum um ymisk vanlig viðurskifti - tað kann vera hvussu ein best heingir kjøtið, steikir búffin, velur rætta vínið ella okkurt heilt annað.

- Tátturin hevur fingið heitið RIST - vit kunnu rista í brúkaramálum, sálda tað góða frá tí ringa, rista lógarverkið, rista fólk sum ikki virða brúkaran og so framvegis, sigur Georg L. Petersen, sum saman við Bjarnheðin í Hoyvík leggur sendingina til rættis.