Geoffery Bannister framsýning í Smiðjuni

Mikudagin 9. juni 2004 kl. 16.30 verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í sambandi við at Geoffery Bannister, arkitektur, letur upp eina listaframsýning

Geoffery Bannister er 81 ára gamal og búsitandi í Írlandi. Hann vitjaði sum unglingi skyldfólk í Føroyum, og eru málningar hansara frá hesum tíðarskeiði.

Mamma hansara, Estrid Bannister, var kenda "Barbara" sum Jørgen Frants Jacobsen hevur fingið íblástur frá til søguna um Barbaru, sum varð víst á filmi fyri fáum árum síðan.

Geoffery Bannister kom úr Írlandi til Føroya við leigaðum flogfari mánadagin við 25 málningum sum hann skal sýna fram. Talan er um eina søluframsýning, har tey flestu myndaevnini eru úr Føroyum.

Framsýningin er opin allar dagar frá kl. 16-20, Seinasti framsýningardagur verður 16. juni 2004.