Genturnar svíkja Martin

15-ára gamli X-factor vinnarin Martin Hedegaard er eftirhondini við at verða ein garvaður tónleikari Men nú sær tað út til, at genturnar, sum higartil hava verið mest trúføstu viðhaldsfólk hansara, hava svikið hann.

Tað er ikki altíð lætt at vera poppstjørna. Serliga ikki, um man bert sum 15-ára gamal knappliga verður fylgdur av øllum donsku fjølmiðlunum, samstundis sum at man skal spæla fyrstu fløgu sína inn, ganga í skúla og hava tíð til familjuna, vinirnar og damuna.

Tá ið Martin Hedegaard herfyri gjørdist vinnarin av nógv umtalaða X-factorkappingini, vóru tað serliga genturnar, sum vóru bergtiknar av honum. Eftir at tað kom fram, at Martin hevur eina damu, Regitze, heima í Ørum, tykjast nógvar gentur at hava mist áhugan fyri honum.

- Nógvar gentur eru øvundsjúkar, og summar skriva enntá brøv til Regitze við viðmerkingum eins og ?tað er bara, tí hann er kendur?. Men hon dugir avbera væl at klára pressið, sigur Martin errin við Ekstra Blaðið.