Tað gongur væl í yngru deildunum hjá VB og formaðurin, John Henrik Holm, fegnast um, at tilfar er í ungdómsdeildunum, so til ber at seta við og harvið ber til at hava bjartar framtíðarvónir..
Drongjaliðið er meistari 3. ár á rað, men eisini genturnar 12 ? 14 ár hjá VB hava klárað seg væl og hava ikki minni enn tvey heiðursmerkir hangandi um hálsin. Tær hava vunnið silvur í steypakappingini og bronsu í Føroyameistarakappingini.
Eisini gentuliðið varð heiðrað á samkomu í VB húsinum leygardagin, eftir dystin millum drongirnar hjá VB og HB, har VB drongirnir fingu gull og steyp til ognar.
Venjari hjá VB gentunum hevur verið Marner Ludvig.