Gentur 17: KÍ vann í kvøld mótasteypið. Tær vunnu 4-1 á B36, sum tó var á odda ein stóan part av fyrra hálvleiki. KÍ var tó leikliga omaná og staðfesti sigurin í seinna hálvleiki.
Sarita M. Mittfoss legði B36 á odda, tá hon var fyrst á ein retur eftir fríspark. Stutt fyri hálvleik javnaði Anna Absalonsen fyri KÍ.
Í seinna hálvleiki var KÍ leikliga omaná. Fyrst legði Sanna Jacobsen KÍ á odda, men tað var um reppið at B36 javnaði. So bleiv ikki og KÍ setti punktum við tveimum málum, sum Tóra Mohr og Erla Christiansen skoraðu.
KÍ-B36 4-1
0-1 Sarita M. Mittfoss
1-1 Anna Absalonsen
2-1 Sanna Jacobsen
3-1 Tóra Mohr
4-1 Erla Christiansen
KÍ: Erla Christiansen, Evy á Lakjuni, Anna Absalonsen, Tóra Mohr, Tórunn Joensen, Hanna Klein Poulsen, Sanna Jacobsen, Randi á Bergi og Amanda Johannesen
B36: Barba Svabo Hansen, Armgarð Undir Leitinum, Eydna Hansen, Lý Askham, Marjun Danielsen, Emma Hansdóttir, Barbara M. Høgnesen, Beinta L. Hansen og Sarita M. Mittfoss