SÍ vann í gjár FM í A-bólkinum hjá Gentum 14. Talan bleiv um eina avbera spennandi finalu móti Fleyr. Rikka Allansdóttir úr SÍ og Saranja Mouritsen úr Fleyr blivu kosnar til dagsins spælarar. TB vann bronsuna.
Fyrsta settið tóktist at vera í sekkinum, og væl bundið fyri, tá SÍ legði seg á odda 18-9, men við Houdini-líknandi atgerðum smeyg Fleyr sær úr knípuni, og javnaði til 23-23 og vann settið 25-23. Í øðrum setti var SÍ frammanfyri einar 3-5 bóltar størsta partin av settinum, áðrenn settið var vunnið 25-19.
Í triðja setti smurdi SÍ Fleyr av 25-14, men Fleyr fótaði sær aftur í fjórða setti, sum gjørdist sera spennandi. Støðan gjørdist 19-19, 20-20, 21-21, 22-22, 23-23. Fleyr hevði síðani settbólt við bæði 24-23 og 25-24, men SÍ bjargaði støðuni báðu ferð og vann settið 26-24 og dystin 3-1. Og ikki mist ‐ føroyameistaraheitið!
Gentur 14, bólkur A:
SÍ - Fleyr 3-1 (23-25, 25-19, 25-14, 26-24)
Bestu spælarar í finaluni:
Rikka Allansdóttir, SÍ
Saranja Mouritsen, Fleyr
Høvðusmyndin - Sí: Inga H Henriksen, hjálparvenjari, Juliia Kuvshinova, venjari, Sofía Edvinsdóttir, Elin Hovgaard, Lisa Haraldsen, Sára Kambskarð, Súsanna Maria Magnussen, Rikka Allansdóttir og Andreja Petrovic
##med2##
TB: Standandi frá vinstru: Sanna Mortensen, Ida T Jacobsen, Kristina Enni, Birna Gram, Ranja J. Magnussen, Bjarma Danielsen, Petra E. Petersen og Winnie Simonsen, venjari.
Húkandi frá vinstru: Joan Jensen, Sólvá Høgnadóttir, Ronja Enni og Ketty Maria K. Nielsen