H71 vann ein greiðan 18-10 sigur í steypafinaluni hjá gentum 14 móti Stjørnuni. Í hálvleikinum var støðan 12-2 og allur spenningurin var farin úr finaluni.
Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum
Tí var tað nakað seint, at Stjørnan fekk mót og bjóðaði av i seinna hálvleiki, sum tær vunnu 8-6. Samanlagt kom tó ongantíð spenningur í.
Eftir dystin bleiv Jana Mittún vald til besta spælara í steypafinaluni. Hon skoraði ikki tey nógvum málini, men sum eftirnavnið eisini boðar frá, so eru evnini at spæla hondbólt avbera góð. Venjarar hjá H71 eru Mark Laursen-Marcher, Ann Ellefsen og Anna á Steig.
Steypafinalan gentur 14:
H71 – Stjørnan 18-10