Gentur 12: Dagurin byrjaði væl hjá SÍ

Gentur 12 hjá SÍ kunnu kalla seg steypavinnarar.

Eftir fýra tær fyrstu steypafinalurnar í flogbólti í gjár, har SÍ luttók í øllum, eydnaðist tað bara sørvingunum at vinna ta einu, og tað var finalan hjá Dreingir 14.

 

SÍ luttekur tó í fimm av teimum seks finalum, sum eru blivnar og verða spældar í dag, og tí skuldi ligið væl fyri at vunnið enn meira steypagull vestur til Sørvágs.

 

Og Gentur 12 hjá SÍ lótu ongan iva vera um, hvør skuldi standa eftir sum vinnari, tá ið tær fyrr í dag spældu ímóti TB. Endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur 2-0 sigur til SÍ, har settúrslitini vóru 25-14 og 25-13.

 

Finalan byrjaði klokkan 13.