Gentulandsliðini til Litava og Armenia

Fyrrapartin í gjár var lutakast til UEFA kappingarnar, sum U17 og U19 landsliðini við gentum skulu til í vár, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyar vóru í pottinum til bæði lutakøstini fyrrapartin - Mynd: UEFA

Fyrrapartin í gjár var lutakast til UEFA kappingarnar, sum U17 og U19 landsliðini við gentum skulu til í vár, skrivar Fótbóltssambandið. Føroyar vóru við í pottunum, tá lutakast til EM kappingarnar hjá U17 og U19 gentum varð avgreitt á høvuðsskrivstovuni hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyrrapartin. Kappingin er í báðum aldursbólkum skipað í A- og B-deild, og í báðum førum eru Føroyar við í B-deildini, har málið er at spæla okkum so langt upp eftir styrkislistanum sum gjørligt.

 

Lutakastið fyri U17 genturnar varð avgreitt fyrst og her komu Føroyar í bólk B1 saman við Grikkalandi, Litava og Moldova. Litava verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld í døgunum 24.-30 mars 2023.

 

Hjá U19 gentunum komu Føroyar í bólk B4 saman við Malta og Armenia. Teir dystirnir verða spældir í Armenia 7. og 10. apríl 2023.

 

Føroyar vóru í pottinum til bæði lutakøstini fyrrapartin - Mynd: UEFA