Tíðin verður síðani skrúvað eitt ár aftur, har Klas júst hevur fingið til uppgávu at skriva eina nýggja týðing av Det röda rummet eftir Strindberg. Men trupulleikar stinga seg upp, og Klas fær ikki rættiliga gongd á arbeiðið. Í staðin rennir hann seg í tann gátuføra boksaran og klaverleikararn Henry Morgan og flytir inn í íbúðina hjá honum. Sum fra líður flytir beiggi Klas, Leo, eisini inn í íbuðina. Hesin var einaferð ein nógv róstur yrkjari, men býr nú fyri tað mesta á sinnisjúkrahúsi.
Síðani kemur ein tíð, har hesir tríggir mest at kalla spæla eina modernaða og óunniliga útgávu av Det röda rummet við pengatrupulleikum, ógoldnum marglætismáltíðum, druktúrum og kvinnum, ið hava sæð betri dagar. Lýsingin av teirra dekadentu lívsførslu verður samstundis ein lýsing av einum kyniskum svenskum vælferðarstati, gjøgnumsúrgaður av korruptión, gølum og vina og kenninga politikki. Spakuliga verða Henry og Leo dringnir ikki í okkurt av nógva undirgrundarvirkseminum, sum Klas nær at fortelja um, áðrenn teir báðir brádliga hvørva.
Aftur í nútíðini stendur gátuføra elskarinnan hjá Henry ein dagin í durinum hjá Klas og lovar at fortelja honum sannleikan um, hvat hendi við teimum báðum. Ein sannleika, Klas helt seg kenna, men sum framhaldið av bókini, Gangsters, varpar eitt heldur øðrvísið ljós á.
Klas Östergren, Gentlemen (1980)
Týtt til danskt, Nina Bolt
Tiderne Skifter, 2006