Gentan eitur Jemima - og drongurin Liam

Í Álmanakkanum, sum er komin, eru eisini nýggjastu góðtiknu føroysku gentu-og dreingjanøvnini.

Í Álmanakkanum, sum er komin, eru eisini nýggjastu góðtiknu føroysku gentu-og dreingjanøvnini.

 

Her sæst, at nýggjastu góðtiknu føroysku kvinnunøvnini eru Belinda, Elsý, Filippa, Jemima, Kassandra, Kristhild, Lillý, Selena, Sólbrá og Tamara.

 

Nýggjastu dreingjanøvnini eru Adriel, Brimir, Esra, Ferdinand, Liam og Mika, sigur útgevarin.

 

Tað er H.N. Jacobsens Bókahandil, ið gevur Álmanakkan út, sum Erling Isholm aftur í ár hevur ritstjórnað.

 

Føroyaprent hevur sniðgivið, umbrotið, prentað og liðugtgjørt, og alt arbeiðið er gjørt í Føroyum.