Genta var trælur í átta ár

Í átta ár hevur ein genta verið trælur hjá einum hjúnum í Bosnia. Tey stongdu hana inni og noktaðu henni at hava nakað samband við onnur fólk. Gentan, sum nú er 19 ára gomul, vigaði bara 40 kilo, tá hon bleiv funnin í einum skógi í bosniska landspartinum Tunzia. Hon er nú undir læknahond.

Myndugleikarnir siga, at tað vóru grannar hjá hjúnunum, sum boðaðu løgregluni frá, eftir at teir høvdu sæð gentuna eta svínafóður. Løgreglan sigur, at gentan hevur fingið ringa viðferð tey átta árini, hon hevur verið hjá hjúnunum.

Mamma gentuna var fyrr gift við manninum í húsinum og hevði latið hana verða eftir hjá honum, tá tey fóru hvør til sítt.