Fyri løtu síðani var ein genta árend av einum bili á vegamótinum við Hvítanesvegnum og Skræddaragøtu.
Sjúkrabilar og løgreglubilar fóru á staðið beinan vegin. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at gentan var við vit, tá ið sjúkrabilurin kom á staðið.
Foreldrini hjá gentuni eru kunnað um støðuna. Gentan varð árend av einum persónsbili, tá ið hon fór yvirum fótgangarafeltið har á staðnum.
Ein er løgreglan og sjúkrabilur á staðnum og ivaleyst fer gentan á sjúkrahúsið til kanningar, tó hon ikki er farin enn.