General Motors stjórin fær 49 milliónir

Nýggi ovasti stjórin hjá General Motors, Ed Whitacre, sum sjálvur sigur seg lítið og einki vita um bilar, men ein hóp um økonomi, fær eina árliga inntøku upp á tað sum svarar til 49,5 milliónir krónur árliga frá Genereal Motors, verður upplýst úr Detroit.

Ed Whitacre, sum er fyrrverandi stjóri á telefonfelagnum AT&T, er longu byrjaður at gera stórar broytingar í allari GM-konsernini. Eisini í sambandi við Opel-Vauxhall í Evropa, sum stýrið í kreppurakta Gereral Motors hevur samtykt at hava eftir.


Í USA er tað vanligt at borgararnir í landinum fáa at vita hvussu nógv stjórar í vinnulívinum forvinna. Hóast lønarupphæddirnar eru stórar, hava fólk í USA ikki ilt av tí, men makta stjórarnir ikki sína uppgávu, og tað byrjar at ganga illa, so yvirliva stjórarnir ikki leingi í starvinum.