GEM stóran týdning fyri oljuleitingina

Væl er komið burtur úr arbeiðinum hjá GEM higartil, og at hetta má metast sum ein sera týðandi fyrireiking undan 1. útbjóðing.

Ein týðandi partur av fyrireikingunum til oljuleiting við Føroyar eru tær kanningar, sum GEM-verkætlanin stendur fyri. GEM er eitt umhvørvis-, tilbúgvingar- og trygdarsamstarv millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar. Hetta samstarv kom í lag fyri nøkrum árum síðani og er eindømi í altjóða oljusøgu. Ongantíð áður er tað hent, at oljufeløg so tíðliga tvs. langt áðrenn nøkur boriloyvi eru givin, hava tikið stig til skráseting av hagtølum, kanningar av umhvørvi og analysur. Hetta er eitt arbeiði, sum verður gjørt í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar og stovnar.

Tað er Atlanticon í Havn, sum tekur sær av øllum tí fyrisitingarliga arbeiðinum hjá GEM. Dávur Reinert Hansen er stjóri í fyritøkuni, og nú um dagarnar hittust hann og formaðurin í stýringsbólkinum fyri GEM, Halvor Snarvold at umrøða og leggja ætlanir fyri ár 2000. Í hesum sambandi fingu teir eisini játtandi svar frá flestu av oljufeløgunum í GEM um, at tey eisini eru sinnað at luttaka í arbeiðinum í komandi ári. Men samanlegging av oljufeløgum ger, at talið av feløgum minkar. Meðan tað í byrjanini vóru kanska eini 23 feløg er talið nú einastaðni millum 15 og 20. Mærsk Olie og Gas hevur boðað frá, at tað verður ikki við næsta ár og enn bíða teir eftir svari frá nøkrum feløgum. Shell er ikki við longur á Føroyaøkinum og tí heldur ikki í GEM. Onnur feløg, sum eru løgd saman við øðrum feløgum eru t.d. Saga, ELF, Mobil, Arco, Amoco og Fina.

Men luttøkan er kortini so mikið góð, at hildið verður fram við arbeiðinum hjá GEM. Nú er komið hartil, at alt tað innsavnaða tilfarið verður analyserað og viðgjørt. Her er talan um kanningar av streymi, havbotninum, lívið í sjónum og øðrum fyribrigdum. Endamálið við hesum kanningum er m.a. at hava eitt fullgott yvirlit yvir, hvussu umhvørvið sær út, áðrenn oljuleiting fer í gongd. Eisini er endamálið at tryggja sær, at ein komandi tilbúgving er uppá pláss, áðrenn farið verður undir at bora.

Herfyri hevði GEM stýringsfund, har tær ymsu verkætlanir vórðu umrøddar og stungið varð út í kortið fyri 2000. Hesar ætlanir eru nú samtyktar. Útreiðlurnar hjá GEM eru umleið 12 mill. kr. um árið. Hvørt oljufelag, sum er við í GEM, rindar eitt fast árligt gjald.

Sosialurin skilur, at væl er komið burtur úr arbeiðinum higartil, og at hetta má metast sum ein sera týðandi fyrireiking undan 1. útbjóðing. Tá oljufeløg so fáa boriloyvi er ein stórur partur av kanningararbeiðinum gjørt og fevnir hetta um alt Føroyaøkið. Oljufeløgini mugu so aftrat hesum gera neyvar kanningar og frágreiðing til føroysku myndugleikarnar, sum snúgva seg um júst tey økini, har tey skulu bora.

Arbeiðið hjá GEM hevur eisini havt stóran týdning fyri føroyskar granskingar- og vísindastovnar, sum hava havt til uppgávu at arbeiða við nøkrum av kanningunum.