Geldof: Vit mugu leita eftir semjum

– Vit mugu seta fokus á samstarv og semjur heldur enn at vera so ósamd um alt, sigur Bob Geldof, sum nú kemur til Føroya

Ætla vit at broyta heimin, skulu vit byrja við at vera betri við hvønn annan og virka fyri semjum heldur enn at dyrka ósemjur.

Tað sigur írski tónleikarin og politiski aktivisturin Bob Geldof við Sosialin. Bob Geldof verður høvuðstalari á Vinnudegnum fríggjadagin.

Bob Geldof er kendur sum sangari og sangskrivari í írska bólkinum The Boomtown Rats og sum fyriskipari av tiltiknu Band Aid innspælingini í 1984 og Live Aid konsertini í 1985, sum savnaðu pengar til Etiopia, ið var rakt av hungursneyð. Bob Geldof er virkin aktivistur, og hann hevur serliga arbeitt við menningarætlanum og hjálpartiltøkum í Afrika.

Bob Geldof ferðast eisini kring heimin at halda fyrilestrar, og nú kemur hann á fyrsta sinni til Føroya at vitja. Bob Geldof skal á Vinnudegnum tosa um at gera mun, um týdningin av samstarvi og um etiska ábyrgd.

Hann er púra avgjørdur, tá ið hann verður spurdur, hvat kann broyta heimin rætta vegin.

– Vit eru alt meira intolerant ímóti hvørjum øðrum. Politiska samskiftið er ófantaligt, og vanligt kjak máar burtur. Tað førir til stórar misskiljingar, og misskiljingar føra til konfliktir. Vit skulu heilt einfalt vera betri og fittari við hvønn annan, sigur Bob Geldof við Sosialin.

Samrøðan við Bob Geldof kann lesast í Vinnublaðnum, sum liggur í VikuskiftisSosialinum, sum kemur út í kvøld.