Gekkurin var krummtappurin

Tað er ikki ókent, at eydnuspøl hava spælt ein stóran leiklut í fíggingina av almennum føroyskum miðlum. Í Sosialinum í síðstu viku greiddi Jógvan Arge frá, hvussu tað var eydnuspælið V4, ið skapti fíggjarligu karmarnar til, at Útvarp Føroya á sinni kundi lata nýggja bygningin í Sortudíki byggja.


Og í Vikuskiftis-Sosialinum, ið til ber at keypa í sølubúðum kring landið, greiðir Dia Midjord, kringvarpsstjóri, frá hvussu Gekkurin var ein kærkomin inntøka, hevði tað tungt fíggjarliga fyri nøkrum árum síðan.


- Vit fingu steðga meirnýtsluni í stovninum, tá vit framdu sparingar og bygnaðarbroytingarnar, men tað vóru inntøkurnar frá Gekkinum, ið var fíggjarligi krummtappurin hjá Kringvarpinum fyrstu árini eg var stjóri. Tíverri var fíggjarliga støðan soleiðis, at vit máttu seta okkara álit á Gekkin, og gjørdi hann tað møguligt at vaksa um virksemi, sigur Dia Midjord við blaðið.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Dia Midjord um hansara tíð í Kringvarpinum í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.