Gekkurin ein hálv millión næstu ferð

Michael Dalbø var (ó)hepni vinnarin, sum fekk fulla plátu í Gekkinum í kvøld Enn eitt fríggjakvøld á pínubonkinum fór framvið við ongum gekkavinnara. Hóast Michael Dalbø úr Gøtu fekk fulla plátu og kom ígjøgnum til studio, vann hann bert 5500 kr. Mesti vinningurin var annars heilar 480.000 kr.

Fleiri handlar høvdu útselt av Gekkum, nú høvuðsvinningurin bara økist og økist fríggjakvøld eftir fríggjakvøld. Nú verður spennandi at vita, um nakar fær ta hálvu milliónina, sum stendur uppá spæl komandi fríggjakvøld.