Gekkurin bjargaði árinum

Næsta ár fer Kringvarpið at gera meiri tilfar til børn og ung

Kringvarpið skoraði rættiliga kassan upp á Gekkin.

Stýrið fyri Kringvarpið staðfestir nú, at í ár verður avlopið hjá Kringvarpinum seks milliónir krónur.

 

Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, sigur, at inntøkurnar av lýsingum eru lækkaðar.

Hinvegin eru inntøkurnar av kringvarpsgjaldi hækkaðar, men serliga eru tað inntøkurnar av spølum, sum eru nógv hækkaðar í ár.

Gekkurin man eiga sín stóra lut í hesum, tí eitt langt skifti var vinningurin væl omanfyri milliónina.

 

Stýrið fyri Kringvarpið hevur samtykt, at helvtin av avlopinum skal brúkast til at standa ímóti víkjandi inntøkum næstu árini.

Av hinari helvtini skulu 60 prosent brúkast til sendingar og í hesum sambandi verður serliga hugsað um sendingar til børn og ung.

Restin skal brúkast til átrokandi íløgur í tøkni og KT-skipanir , so at Kringvarpið kann fylgja tøkniligu menningini, sigur Rúni Heinesen.