Gekkur: Seks ferðir í slag á 20.000 krónur

Tað var Rúni Joensen, sum var og vitjaði verforeldrini í Miðvági, sum slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.

Í gekka-spælinum seinasta fríggjakvøld steðgaði hjólið tríggjar ferðir í slag á 20.000 krónum.

 

Hetta var, tá Suni Jacobsen, sum ringdi av Argjum, var fjarritari fyri mammu sína, Súsonnu Jacobsen, ið hevði fingið fulla plátu og var sloppin ígjøgnum.

 

- Onkur skal steðga tríggjar ferðir á 20.000, helt hann fyri, tá allir tríggir møguleikarnir vóru royndir.

 

Í gekka-spælinum í kvøld gekk á sama hátt - í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 20.000 krónum. Hvussu drátturin fall spølini undan hesum báðum seinastu, hava vit ikki hugt eftir, og tað kann sum so vera líkamikið.

 

Í kvøld var tað Rúni Joensen, sum ringdi úr Miðvági. Hann er vágbingur, læt hann gekka-vertin, Magnus Magnussen, vita, og segði, at hann var í Miðvági og vitjaði verforeldrini.

 

- So, hevur tú møguleikan at imponera tey í kvøld, nú høvuðsvinningurin er á heilar tvær miljónir, helt Magnus Magnussen fyri.

 

##med2##

 

Rúni Joensen valdi at deila tær tvær miljónirnar í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Allar royndirnar endaðu á 20.000 krónum, men í seinastu royndini var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum.

 

Eisini í aðru royndini var hann nær við bláa leypin.

 

Men, vinningurin í kvøld gjørdist altso 20.000 krónur eins og seinasta fríggjakvøld, og 20.000 skattafríar krónur eru eisini góðir pengar.

 

So má heldur imponeringin, sum gekka-verturin, Magnus Magnussen, hevði á munni, bíða til eina aðru ferð.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

So nær var hann 700.000 krónum í triðju og seinastu royndini í kvøld.