Gekkur: - Lat tað bara vera í tí gula

Dan Andreassen valdi at hava tær 2,8 miljónirnar í gula leypinum, men longu í fyrstu royndini steðgaði hjólið á bláa leypinum!

Eydnuspæl er eydnuspæl, og hetta varð eisini prógvað í gekka-spælinum í kvøld, tá Dan Andreassen í Leirvík fekk høvi at royna eydnuna.

 

- Eg eri settur her at spæla. Tað er vaktarskifti at eta, og nú sat eg einsamallur eftir við gekkunum.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 2,8 miljónir krónur, og Dan Andreassen valdi at hava allar pengarnar liggjandi í gula leypinum.

 

Alternativið, sum gekka-verturin, Magnus Magnussen, bjóðaði honum, var at deila upphæddina í trý - við 950.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Men, Dan Andreassen valdi at taka kjansin fult út, nú hann hevði høvið til tess!

 

Longu í fyrstu royndini steðgaði hjólið á bláa leypinum. Hevði valið hjá leirvíkinginum verið øðrvísi, kundi ein lítil miljón nú ligið í leypinum.

 

Her var so í staðin ein góður vinningur frá Idé Møblum - nevniliga eitt keyp í handlinum á Hálsi fyri heilar 100.000 krónur.

 

Men, Dan Andreassen valdi at royna eydnuna um pengarnar aftur.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið honum 80.000 krónur.

 

- Vit taka síðsta møguleikan eisini, segði leirvíkingurin, sum løtu eftir setti hjólið í gongd aftur í triðju og seinastu royndini. 

 

Hesaferð steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men tað vísti seg ikki at vera ein vónsvikin maður, sum takkaði fyri vinningin.

 

- 20.000 krónur fyri jól - tað er ikki so galið, segði Dan Andreassen í Leirvík.