Í kvøld mundi danin, Jan Christiansen, sum ringdi úr Miðvági, har hann vitjaði verfamiljuna, skorað miljónina í Gekka-spælinum, men tað gekk tíverri akkurát ikki.
Jan Christiansen valdi at býta samlaða Gekka-vinningin á 2,8 miljónir krónur í allar tríggjar leyparnar við - avrundað - einari miljón í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við 10 hevði givið dananum 125.000 krónur. Maðurin ljóðaði at ivast, men valdi at gera eina roynd aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði gekka-hjólið aftur á 12.500 krónum, sum hesaferð faldað við seks gav honum 75.000 skattafríar krónur, og nú valdi Jan Christiansen at gevast og takka fyri vinningin.
Men, í øðum drátti var rættiliga um reppið, at Gekka-hjólið megnaði at fara um seinasta "seymin" og koma á bláa leypin og harvið miljónina.
Men, tíverri fyri Jan Christiansen orkaði hjólið ikki at lyfta seg hetta seinasta evarska lítla pettið aftrat, sum skuldi til fyri, at hann í kvøld kundi gerast Gekka-miljóningur.
Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum tríggjar miljónir krónur.