Heldur ikki í kvøld fór stóri Gekkurin á 2,8 miljónir krónur. Men, Dánjal Weihe úr Porkeri, sum í kvøld fekk fulla plátu og slapp at snara Gekka-hjólinum, fór eftir øllum, sum vinnast kundi.
Við fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum skuldi faldast við 10. Soleiðis kundi Dánjal Weihe steðgað her og havt tær 100.000 krónurnar.
Hann valdi at snara aðru ferð, og tá steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum varð faldað við seks. Soleiðis hevði hann tá 90.000 krónur í hondini, um hann valdi at steðga.
Men, Dánjal Weihe við Torbjørg Nielsen úr Froðba sum fjarritara gjørdi av at royna triðja og seinasta møguleikan eisini, og soleiðis satsaði hann alt, ið satsast kundi.
Hesaferð steðgaði hjólið á 15.000 krónum, og tá gekka-verturin, Magnus Magnussen, var bliður og legði 10.000 krónur omaná, gjørdist samlaði vinningurin hjá Dánjali Weihe í kvøld 25.000 krónur.
Høvuðsvinningurin í Gekkinum næsta fríggjakvøld verður á 3 miljónir krónur.