Gekka-millióningurin Heidi Restorff

Føroya nýggjasti millióningur er úr Havn, men spældi Gekk í Klaksvík í kvøld, saman við familjuni hjá sjeikinum - Tað var rættiliga óvæntað. Fyrst manglaði eg seks tøl, so fimm. Knappliga vóru bara 79 og 19 eftir, greiddi hon frá, eini trý tøl aftaná 79 kom 19, GEKKUR, GEKKUR, RING!, rópti eg.

Heidi Restorff er úr Havn og er 22 ára gomul. Hon er dóttir Brynhild og Heina Restorff. Hon megnaði at fáa fulla plátu og koma ígjøgnum til Gekkin í kvøld, har hon, í triðju og síðstu roynd at snara hjólið ognaði sær 1,25 millión krónur.

Hon tók í 2005 studentsprógv í Studentaskúlanum í Hoydølum og starvast í dag á posthúsinum á Óðinshædd, har hon trívist sera væl. Ætlanin er fara úr í heim at lesa, men hvat og nær veit hon ikki. ? Eg havi leingi droymt um at sleppa til Amerika ella á rundferð í Evropa, greiddi hon frá. Men væntar ikki tær heilt stóru lívstílsbroytingarnar. Hon ætlar at halda fram í starvinum á posthúsinum og peningurin verður í fyrsu atløgu settur á bók.

Ikki hevur hon brúkt nógva orku uppá eydnuspøl. Onkra hendinaferð hevur hon roynt at spæla Gekk ella Lotto, men hevur ongantíð vunnið sum hesu ferð. Hon viðgekk tó, at hon, sum so mong onnur hevði fylt gekkinum, síðan hann gjørdist ordiliga stórur.

Avtalan millum tey, ið vóru samlað í Roykstovuni í Klaksvík í kvøld, var, at um nakar teirra vann, so skuldi viðkomandi bjóða ein ?bý-túr?. Og soleiðis verður hetta kvøldið brúkt, greiddi hon glað frá.

Portalurin ynskir Heidi Restorff hjartaliga tillukku við vinninginum.