Vit skrivaðu á hesum stað, at einasta vón hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum at vinna sessirnar á Fólkatingi frá Sambandinum og Tjóðveldinum var at stilla Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg upp.
Men tað vísti seg als ikki at verða neyðugt. Og tað hevði kanska givið øvugta effekt, um í øllum førum Javnaðarflokkurin gjørdi tað.
Flokkurin og fyrrverandi floksformaðurin hava gjørt av, at Jóannes Eidesgaard ikki skuldi stilla uppaftur. Nú skuldi nýggi formaðurin »koyra« flokkin. At hann so fekk sera góða hjálp frá Sjúrði Skaale, tað var kanska tilvildarligt hepni. Men signalvirðið hevði ikki verið tað sama. Nú skuldu nýggju fólkini standa á egnum beinum – og tað eydnaðist.