Gekk uppá stás hjá Smyrli

Beint eftir døgverða leygardagin legði Smyril at á nýggju samferðsluhavnini í Suðuroy. Ætlanin er nú at taka hana í nýtslu so skjótt sum gjørligt

 
 Suðuroyarsiglingin

 
Nýggja samferðsluhavnin í Trongisvági hevur nú staðið sína sveinaroynd.
Tað gjørdi hon beint eftir døgverða leygardagin, tá ið Smyril fyrstu ferð legði at í nýggju havnini.
Hetta var ein roynd at vita, hvussu tað riggaði at leggja at í nýggju samferðsluhavinin og hetta var samstundis fyrstu ferð, at Strandferðslan legði at í nýggju samferðsluhavnini.
Nýggja samferðsluhavnin er serliga laga til nýggja Smyril sum kemur í summar. Og eitt, sum
ætlanin var at fáa at vita, var, hvussu ferjuskrái og pullartar passaðu til Smyril sum nú er.
Tað vísti seg at tað gekk alt sum tað skuldi og Smyril legði at í øllum góðum.
Eydnaðist royndin væl, var ætlanin at taka nýggju ferjuleguna í nýtslu, nú hon er liðug.
Og Kristian Davidsen, stjóri á Strandfeðsluni, sigur, at nú royndin at leggja at gekk sum ætlað, verður arbeitt víðari við at taka nýggju ferjuleguna í nýtslu.
Eitt nú skulu merkingar gerast, so at bilar vita, hvar teir skulu standa og trygdarútgerð og aððanð, skal setast upp.
Men gongst sum ætlað, verður nýggja ferjulegan úí hvussu so er tikin í nýtslu í ár og kanska enntá fyri jól.
Sostatt er tað greitt, at tað verða neyvgan nógvir dagar afturat, at Smyril fer at leggja at á Drelnesi.
Tað var annars ein kampur at fáa nýggju ferjuleguna lidna til nýggi smyril kom, men nú er hann seinkaður so nógv, at tað stóð ikki á.