Tað er ein tíð síðan, at menn vóru í royting í Sandarhaga á Sandi, sum er ein av teimum stóru hagunum í Sandoynni við umleið 470 áseyðum.
Hagin verður rikin í fleiri fylgjum, og tá teir vóru á fjalli fyrr í summar, gekst einki serligt at reka fylgið í Líðini, tey rópa, og her kom lítið í rætt.
Í góðveðrinum í gjár, áðrenn tað seint seinnapartin fór at regna, og lágættarvindur kom, gjørdu teir aftur eina roynd at fáa seyðin í Líðini í rætt.
Hesaferð gekk tað sum eftir ánni, og at kalla hvør kleyv kom í rætt. Tað tók bert ein ella hálvan annan tíma hjá monnum at royta ærnar, geva heilivág og marka lombini.