Seinastu tíðina hevur løgreglan í høvuðstaðnum fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava meldað, at onkur hevur verið í hjallinum, úthúsinum ella í bilhúsinum og stolið rúsdrekka av ymsum slagi.
Og í gjárkvøldið hendi so tað, at ein maður, sum fór í hjallin, tók tveir tjóvar á búri inni í hjallinum. Talan var um tveir blaðungar dreingir og maðurin, sum átti hjallin, forðaði teimum at sleppa avstað aftur og sendi boð eftir løgregluni.
Løgreglan fer nú at kanna um teir báðir hava samband við allar allar hinar fráboðaninar, sum hava verið av hesum slagi seinastu tíðina.