Gekk ikki eftir ætlan hjá ÍF

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr liðformannin hjá ÍF, Jan Ellingsgaard seta orð á vónbrotið at tapa 1-3 ímóti Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ellingsgaard aftaná Jan Ellingsgaard saman við liðfeløgunum hevði tapt 1-3 ímóti Víkingi í grannauppgerðini, sum var leikt í Fuglafirði fyrr í kvøld.

 

Jan Ellingsgaard staðfestir, at tað gekk ikki eftir ætlan hjá ÍF í kvøld. Tað var frustrerandi at fáa Karl Løkin vístan av vølli í fyrra hálvleiki, og Jan Ellingsgaard heldur, at serliga tvey tey fyrru málini hjá Víkingi vóru alt ov bílig.

 

ÍF liggur í ongamannalandi, og hevur 16 stig niður til niðurflytingarstrikuna, og 9 stig upp til fjórða plássið. Jan Ellingsgaard slær tó fast, at teir ætla at gera hvat teir kunna seinastu sjey umførini fyri at fáa so nógv stig, sum møguligt, so Jan Ellingsgaard heldur, at ÍF hevur nakað at spæla fyri.