Gekk betur, enn vit væntaðu

Síðan Víkarvirkið, sum tað í sínari tíð kallaðist, læt aftur fyri fleiri árum síðan, hevur gingið aftur og fram við fiskaarbeiði í Haldórsvík.

Ymiskar royndir hava verið gjørdar at skapa arbeiði í bygdini, men tær hava ikki verið varandi.Nú bendir so alt á, at virksemið hjá Háldani Haldansen og Hjørleifi Dahl er komið í eina trygga legu og kunnu fólk í økinum vænta, at arbeiði verður varandi.

Síðan vestmenningurin, Háldan Haldansen og norðskálamaðurin, Hjørleif Dahl, keyptu fiskavirkið í Haldórsvík, hava teir nútímansgjørt virkið, soleiðis at tað í dag er væl útbygt og hevur eina lutfalsliga stóra framleiðsluorku.Talan er um tveir bygningar, sum nú eru gjørdir til eitt virki.

Flakaskeringin fer fram í øðrum bygninginum, sum áður var flakavirki og pakkingini í hinum, tí gamla saltfiskahúsinum.

- Nógv hevur verið at gjørt við virkið, og hetta hevur verið kostnaðarmikið, men nú eru vit komnir undir land. Onkrar ábøtur skulu gerast uttan, men tað er ikki tað, sum kostar teir nógvu pengarnar, sigur Háldan.

Betri enn væntað
Virksemið hjá Farita, sum felagið hjá Háldani og Hjørleifi eitur, fór so líðandi í gongd í Haldórsvík, 23. mars síðsta ár,

- Vit byrjaðu spakuliga við at keypa og útflyta feskan fisk, og fáar vikurseinni fóru vit í holt við at virka saltfisk. Tá ið vit høvdu arbeitt ein góðan mánaða, rendu vit okkum beint í verkfallið á arbeiðsmarkaðinum ? og so høvdu vit aftur frí í ein mánaða.

Háldan sigur, at síðan verkfallið varð avblást, hevur arbeiði á virkinum verið rættiliga støðugt, og bert onkur hendinga dagur er dottin burtur ímillum. Men teir hava ikki verið nógvir.

25 fólk arbeiða hjá Farita, og tey flestu eru úr Haldórsvík, Tjørnuvík og úr Sundalagnum annars.
Síðan Víkarvirkið, sum tað í sínari tíð kallaðist, læt aftur fyri fleiri árum síðan, hevur gingið aftur og fram við fiskaarbeiði í Haldórsvík. Ymiskar royndir hava verið gjørdar at skapa arbeiði í bygdini, men tær hava ikki verið varandi.

Nú bendir so alt á, at virksemið hjá Háldani og Hjørleifi er komið í eina trygga legu og kunnu fólk í økinum vænta, at arbeiði verður varandi.
- Her var ein møguleiki, og eg og Hjørleif tóku okkum saman og keyptu virkið.

Háldan sigur, at teir eru hampiliga væl nøgdir við gongdina síðsta ár.- Tað gekk heldur betur, enn vit væntaðu, sigur hann.

Saltfiskur og feskt
Farita hevur lagt seg eftir at virka saltfisk. Nakað verður eisini útflutt av feskum fiski, og hetta er so eitt íkast. Heili fiskurin, sum fer av landinum, er smá hýsa, sum fer til Bretlands. Farita útflytir bara feskt, tá ið marknaður er fyri hesum, og tað er skiftandi við marknaðinum av feskum fiski.Háldan sigur, at teir hava lagt seg eftir at salta tosk, brosmu og longu.

- Alt, sum verður saltað, verður skorið til flak. Vit flekja ikki sum er, men hava møguleikar til tess. Vit framleiða tað, sum okkara keyparar vilja hava, og í ár hava vit bara saltað fløk.

Sum skilst, er ymiskt, hvørji virki kring landið salta fløk og flaktan fisk. Flestu virkir kunnu tó gera bæði.
Sosialurin hevur skilt, at Fiskavirking á Toftum, sum er okkara størsta saltfiskavirki, flekir tað mesta, meðan eitt nú gøtumenn serliga hava lagt seg eftir fløkum. Kósin hevur bæði flaktan fisk og fløk, meðan Vestís í Sørvági og Sammut í Klaksvík flekja.

Á Vaðhorn á Strondum arbeiða teir við fløkum.
Onnur saltfiskavirkir eru eisini, sum vit ikki hava nevnt í hesum sambandi, eitt nú Sandoy Seafood á Sandi og Delta Seafood á Tvøroyri.

Keypa á
uppboðssølu
Allur fiskurin, sum Farita arbeiðir, verður keyptur á uppboðssølu, og Háldan heldur, at hetta riggar óføra væl, tí her kanst tú keypa tann fisk, tú hevur brúk fyri.

? Tað eru keyparar, sum vilja hava ávísar støddir av fiski, og tá er tað heppið, at tú kanst keypa ta nøgd og ta stødd, tú hevur brúk fyri til tess at ganga ynskinum hjá kundanum á møti.

Higartil í ár hava tey skorið eini 50 tons av fiski til saltingar, og tey hava eisini pakkað fisk, sum saltaður varð fyri jól.

Haldan Haldansen hevur góðar vónir um framtíðina hjá virkinum.

At enda kann leggjast aftrat, at Farita tekur sær eisini av at selja alla framleiðsluna hjá virkinum.