Tað var um reppið, at føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen og liðfelagar hansara í Keflavík í kvøld á SAS Arenu í Herning megnaðu at spæla seg víðari í næsta umfarið í UEFA Cup. Men tað verður FCM, sum fer at halda fram í kappingini. Samantalda úrslitið var 4-4, og FCM heldur fram í kappingini, tí teir hava skorað tvey mál á útivølli, meðan Keflavík skoraði eitt mál á útivølli.
Í kvøld var úrslitið 2-1 til FCM. Símun Samuelsen var millum teir fyrstu ellivu á íslendska liðnum, sum legði seg á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Íslendska leiðslumálið skelkaði heimaliðið, sum var í rættuliga trongum skóm. Men miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist FCM at javna, og bara tríggjar minuttir seinni skoraðu teir sigursmálið til 2-1 og harvið samantalt til 4-4.
Á heimavølli vann Keflavík 3-2, og tá ið tað stóð á jøvnum, var tað reglan um flest mál skorað á útivølli, sum var orsøk til, at tað varð FCM og ikki Keflavík, sum fer at halda fram í kappingini.










