Tað vóru teir heilt smáu marginalarnir, sum forðaðu danska borðtennisleikaranum, Michael Maze, at koma í hálvfinaluna.
Í fjórðingsfinaluni spældi hann móti týska Dimitrij Ovtcharov, sum er seedaður nummar átta. Men týskarin hevur havt eitt stak gott OL, og hevði undan dystinum móti Maze ikki tapt eitt einasta sett.
Michael Maze hevur verið illa plágaður av skaðum, eisini upp undir OL, men tað hevur ikki merkt hann. Og í fjórðingsfinaluni móti týskaranum kom hann aftur, hjóast hann tapti tey bæði fyrstu settini.
Tað eydnaðist eisini Maze at koma á odda 3-2, men tað eydnaðist týskaranum at koma aftur og javna.
Tað merkti eitt sjeynda og avgerandi sett. Og tað sá í veruleikanum ikki so galið út hjá danskaranum, tí hann førdi 8-6. Men síðani vann týskarin báðar sínar servur, og tá so Maze tapti sínar, stóð knappliga 10-8 til Ovtcharov. Men hóast Maze síðani vann fyrru servina hjá týskaranum, og harvið kom upp á 9-10, var Ovtcharov beinharður í seinnu servuni og vann harvið dystin.
Eftir tapið segði Michael Maze, at hann gjørdist ov defensivur seinastu bóltarnar, og tað kostaði honum hálvfinaluplássið.










