Tað var Teresa H. Silvurdal, ið ringdi úr Porkeri, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 2,2 miljónir krónur, sum unga kvinnan valdi at deila í teir tríggjar leyparnar - við 750.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Men, Teresa H. Silvurdal helt, at hon skuldi royna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur.
Nú var ein møguleiki eftir, og henda møguleika ynskti Teresa H. Silvurdal eisini at brúka í royndini at vinna 750.000 krónur. Men, tíverri hevði hon ikki eydnuna við sær í kvøld. Kortini gjørdist hon ikki tómhent í Gekka-spælinum.
Í triðja og seinasta drátti var um reppið, at hjólið steðgaði á bláa leypinum, men tá avtornaði, streyk hjólið beint framvið og steðgaði á 12.500 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Teresu H. Silvurdal í kvøld.
##med2##