Geislavirkni langt frá Fukushima

Í Japan hava kanningar staðfest, at einar 60 kilometrar frá kjarnorkuverkinum Fukushima er grasið illa dálkað. Myndugleikarnir siga, at geislavirknið í grasinum er fimm ferðir størri enn tað ásetta mestamarkið.

Aftan á jarðskjálvtan tann 11. mars lýstu myndugleikarnir eitt øki rundan um verkið sum vanlukkuøki, men grasroyndirnar vísa, at dálkingin er farin langt út um tað økið, skrivar AFP úr Tokyo.

Í fyrsta umfari fingu fólk, sum búðu minni enn 20 kilometrar frá Fukushima-verkinum, boð um at fara haðani, men herfyri fluttu myndugleikarnir alt fólkið úr tveimum bygdum, sum eru longri burtur frá verkinum.