Geislavirkið evni funnið í Moskva

Russiskir tollarar komu í dag fram á eitt kuffert við einum geislavirknum evni. Tað vísti seg, at tað var eitt ferðafólk, ið skuldi við flogfari úr Moskva til Iran. Sambært einum embætismanni er talan um eina minni nøgd av evninum natrium-22, sum einans kann stava frá einum kjarnorkureaktori, sigur embætismaðurin.

Tilbúgvingin í Sjeremetjevo-floghavnini var á hægsta stigi, tí kanningartól høvdu staðfest, at geislavirkna strálingin var 20 ferðir oman fyri tað vanliga. Tað vísti seg, at strálingin kom frá einum kufferti, og í tí funnu tollararnir 18 hylki við geislavirknum evni.

Russland hevur góð viðurskifti við Iran, og tað er Russland, sum letur Iran brennievni til tað einasta kjarnorkuverkið, sum iranar hava.