Geiðslavirkið evni horvið

Myndugleikarnir í fyrrverandi sovjetska lýðveldinum Georgia siga, at tríggjar bingjur við geiðslavirknum evni eru horvnar haðani.
Tað var fyri trimum árum síðani, at myndugleikarnir komu fram á, at tær tríggjar bingjurnar, sum stóðu á einari herstøð eystan fyri høvuðsstaðin Tiblisi. Í teimum var evnið cesium-137.
Sagt verður, at verjumálaráðið skuldi lata umhvørvismyndugleikunum bingjurnar í oktober í fjør, men at tað varð ikki gjørt. Hví umhvørvismyndugleikarnir ikki fingu bingjurnar, verður einki sagt um. Nú siga georgisku myndugleikarnir, at bingjurnar eru horvnar av herstøðini, og at eingin veit, hvar tær eru.