Hevur Anfinn V. Hansen, sum er stjóri í Gjaldsstovuráðnum og formaður fyri Samhaldsfasta, eisini arbeitt fyri Jørgen Niclasen persónliga, nú hann er landsstýrismaður?
Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen nú skal greiða Løgtinginum frá.
Tað er Kristina Háfoss, tingkvinna, sum nú vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá persónliga sambandinum ímillum hann og Anfinn V. Hansen.
Men hon vil eisini hava at vita, um Jørgen Niclasen framvegis metir, at Annfinn V. Hansen er gegnigur at vera formaður í Gjaldsstovuráðnum, um so er, at teir báðir hava samstarvað persónliga.
Hon vísir á, at gjaldsstovuráðið skal vera óheft av landsstýrismanninum.
Kristina Háfoss vil eisini hava at vita, hvørji onnur vinnulig áhugamál, Anfinn V. Hansen hevur.
Somuleiðis vil hon hava at vita um Jørgen Niclasen visti um ætlanina at part av ognini hjá Samhaldsfasta eftirlønargrunninumm í privatu CIP tunnilsætlanina, og um Jørgen Niclasen er til reiðar at broyta reglugerðina fyri Samhaldsfasta, so at grunnurin kann seta pening í eina slíka tunnilsætlan.
Kristina Háfoss spyr, tí hon staðfestir, at tað má ongantíð vera ivi um, at gjaldføri landsins og ognin hjá Samhaldsfasta eftirlønargrunninum verða umsitin óheft av øðrum vinnuligum, persónligum ella politiskum málum.
|










