Oyðileggingarnar í Gaza eru so stórar, at sjálvt tann ringasti jarðskjálvtin hevði ikki lagt so nógv í oyði Í býnum Jabalya har norðuri í Gaza-geiranum eru fleiri býarpartar bumbaðir í sor, og nógvastaðni í býnum eru hús, verksmiðjur og aðrir bygningar javnaðir við jørðina, skrivar Reuters.
-Hetta er 10 ferðir verri enn nakar jarðskjálvti, sigur verkfrøðingurin Ashraf Faraj við tíðindastovuna.
Harafturat eru teir flestu vegirnir í býnum oyðilagdir av bumbum ella av teimum ísraelsku stríðsvognunum, sum tóku seg inn í býin.
Nú eru teir ísraelsku stríðsvognarnir farnir úr býnum, men teir standa enn við markið nakrar fáar hundrað metrar burturi.










