Gaza-kvinnur missa rættindi

Hamas-myndugleikarnir í Gaza-geiranum hava nú sett kvinnunum forboð fyri at sita inni í kaffihúsum og roykja vatnpípu. Forboðið hevur elvt til vreiði, tí siðurin at fara inn á kaffihúsini at fáa sær eina vatnpípu er sera væl umtóktur bæði millum kvinnur og menn.

Reuters skrivar, at Hamas er farið at skerja rættindini hjá kvinnum og børnum í Gaza-geiranum. Eitt nú hava myndugleikarnir bannað kvinnum at flenna niðri á baðistrondini, og ein kvinna hevur ikki loyvi til at fylgjast við øðrum manni enn sínum egna, fer hon út fyri dyr.

Harafturat hótta myndugleikarnir at revsa tær kvinnur, sum ikki fjala høvdið, tá tað fara út.