Gay vann á Powell

Tað var lagt upp til spennandi finalu á 100 metra renniteininum í HM í Osaka. Favorittur var Asafa Powell, men hann kláraði ikki at fylgja við teimum skjótastu í kappingini. Vinnari gjørdist amerikumaðurin Tyson Guy, ið rann teinin í tíðin 9,77 sekund. Derrick Atkins av Bahamas endaði sum nummar 2, og sigursvandi Powell noyddist at lata seg noyða við bronsuni hesaferð.