Gávurík børn kappast í Havn

Tey kunnu kappast í øllum møguligum, sum tey duga væl

Her eru allir finalistarnir hjá Margarinfabrikkini frá kappingini í fjør

Aftur í ár fer Margarinfabrikkin at skipa fyri eini kapping, har børn, sum hava serligar gávur á ymsum økjum, sleppa at kappast.

Talentkappingin, sum tey kalla tað, er fyri børn úr triðja til sætta flokk, og fyrra umfarið verður mikudagin 13. apríl. Sjálv finalan verður so dagin eftir, hósdagin 14. apríl.

Árliga talentkappingin í Margarinfabrikkini fyri børn úr 3.-6. flokki verður 13. apríl, og finalan verður 14. apríl, men freistin at melda til er 1. apríl

Fróði Hansen, sum skipa fyri kappingini, sigur, at endamálið er at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur og gávur.

Hann sigur, at í Margarinfabrikkini eru tryggar og góðar umstøður at hava eina slíka kapping í, og har kunnu børnini eisini fáa  góð hugskot um at føra seg fram á palli.

- Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar, og serliga verður dentur lagdur á at geva hvørjum barni eitt gott upplivilsi, so at tey menna sítt sjálvsálit, læra at hvíla í sær sjálvum, og sleppa at gera stjørnudreym, siga fyrireikararnir.