Ein fyrrverandi bosniskur herovasti, Rasim Delic, gjørdi mánadagin av at geva seg yvir til krígsbrotsmannadómstólin í Haag.
Nakrir hundrað fyrrverandi bosniskir hermenn vóru í floghavnini í Sarajevo og søgdu herovastanum farvæl, áðrenn hann fór við flogfari til Haag. Tann 56 ára gamli fyrrverandi herovastin kunngjørdi í síðstu viku, at hann ætlaði at geva seg yvir til dómstólin, so hann kundi fáa høvi at verja seg ímóti ákærunum hjá dómstólinum. Áðrenn hann fór í flogfarið, bað hann sínar gomlu hermenn ikki stúra, tí at rættvísið mundi fara at sigra.
Dómstólurin hevur ákært Rasim Delic fyri at hava framt krígsbrotsverk ímóti serbum og kroatum í Bosnia í árunum frá 1993 til 1995. Hann er eisini ákærdur fyri at hava eggjað útlendskum muslimum til krígsbrotsverk í Bosnia.