Jenny gav mammu síni eitt frálíkt hugskot til ein genialan - og sosialan - pakkakalendara, og soleiðis byrjar søgan um kalendaran: Tað var átta ára gamla dóttirin, Jenny, sum í november spurdi mammu sína, um hon fór at gera sær og systrini, Idu, sum er 11 ár, ein pakkakalendara aftur í ár.
- Eg svaraði, at tað væntaði eg ikki. Eg hevði hug at finna upp á okkurt annað, men var ikki enn vís í, hvat tað skuldi verða. Soleiðis greiðir Jona Thune í Saltangará frá á sínari Facebook-síðu.
Jona Thune sigur, at tá hon hevði svarað Jenny soleiðis upp á spurningin um pakkakalendaran, var hin átta ára gamla skjót við sínum svari. "Jamen, so havi eg eitt hugskot, mamma. Vit kunnu lána 24 bøkur á bókasavninum. Tú pakkar bøkurnar inn, og so velja Ida og eg ein pakka um dagin. Og ta søguna lesur tú fyri okkum...”
Og sjálv helt mamman hugskotið hjá Jenny vera frálíkt. Tað var hin 28. november, at Jona Thune legði hesa fittu frásøgn út á sína Facebook-síðu, og tá skrivar hon eisini soleiðis:
- Í dag vóru vit tríggjar á bókasavninum og funnu 24 bøkur! Eg trúgvi, at eg gleði meg minst líka so nógv, sum tær báðar, til nógvar hugnaligar løtur næsta mánaðin við søgu og nærveru - nærveru, ið okkara lítla Jenny var so umhugsin at skjóta upp.
Allar seinast í frásøgnini leggur Jona Thune aftrat, at hugskotið við bókunum gjarna má lánast - og við hesum hava vit so kunnað alt Føroya fólk um eitt frálíkt kalendarahugskot til jólamánaðin næsta ár.