Gav løgtingslimum eina skortfleingju

Tað er beklagiligt, at tað er so lítið lítið skil á í Løgtinginum, heldur hann

Tað er so lítið skil á í Løgtinginum, at tað er beklagiligt. Tað staðfesti Karsten Hansen úr Miðflokkinum, sum aftur hevur tikið sætið á Løgtingi fyri Jenis av Rana, sum er farin í farloyvi í eina tíð.

 

Í gjár hevði løgtingið enn eina ferð eitt maraton orðaskifti upp á fleiri tímar um fiskivinnuna. Og tað kann í hvussu so er staðfestast, at naggatódnin ímillum samgonguna og andstøðuna er minst líka  óloysilig, sum hon altíð hevur verið um nýggju fiskivinnuskipanina hjá samgonguni.

 

Men Karsten Hansen brúkti høvið til at geva løgtingslimum eina skotfleingi. Hann minti teir á, at fiskivinnan er sjálv nervaskipanin í okkara samfelagi, men kortini hava samgonga og andstøða ligið í hvør sínari skotgrøv nú í fleiri ár.

 

– Í meðan fiskiflotin rustar upp, brúka tit mánaðir og ár upp á at keglast, heldur enn at tosa saman og finna eina felags loysn, átalaði hann løgtingslimir við.

 

– Fiskivinnan er okkara aðalmál og nú er stundin komin, at hetta høga ting ásannar, at hetta má gerast í felag. Nú hevur andstøðan sett sítt álit á, at løgtingsval verður og at samgongan missur meirilutan, tí so verður fiskivinnunýskipanin sett úr gildi aftur.

 

Men Karsten Hansen heldur lítið um slíkan taktikk, tí hann sigur, at Føroya fólk skal nokk finna út av, hvussu løgtingið skal mannast eftir næsta val. Men verður fiskivinnuskipanin ikki gjørd í felag ímillum samgongu og andstøðu, hendir bara tað, at hon verður kollvelt eina ferð afturat, tá ið ein nýggj samgonga kemur framat.

 

Og so verður enn eina ferð byrjað heilt av nýggjum, men hetta er ein vanlukka fyri okkara samfelag, sigur Karsten Hansen.