Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum starvsfólki hjá R7 viðvíkjandi handfaringina hjá Fíggjarmálaráðnum av eini innlitsáheitan.
Kærarin fýlist á, at tá hann søkti Fíggjarmálaráðið um innlit í eitt skriv hjá Fíggjarligum Støðufesti um eitt skattamál hjá Eik Banka, so sendi aðalráðið umbønina víðari til TAKS at taka støðu til.
Sambært Fíggjarmálaráðnum varð tað gjørt, tí TAKS, ið viðgerð málið, er rætti myndugleikin at søkja innlit frá.
Eftir at hava viðgjørt málið, so tekur Løgtingsins Umboðsmaður undir við avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum og vísir á, at tað er fult í tráð við innlitslógina.
- Sambært § 15, stk. 1 er tað myndugleikin, sum hevur ella fer at taka avgerð í einum ítøkiligum máli, sum hevur heimildina til at taka støðu til, um ein áheitan um innlit í skjøl, sum hoyra til hetta málið, kann verða gingin á møti, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðuna.