Lastbilaførarin vildi ikki trúgva sínum egnu eygum, tá hann fyrr í vikuni møtti einum bili á einum vegi í amerikanska statinum Ohio.
Við róðrið í bilinum sat ein kvinna og gav einum smábarni bróst. Lastbilaførarin ringdi alt fyri eitt til løgregluna og boðaði frá tí, sum hann hevði sæð. Tá løgreglumenninir steðgaðu bilinum, hevði hon hendurnar á róðrinum, annað bróstið var bert, og í fangi hennara lá tað lítla barnið og seyg.
Í rættinum fekk kvinnan 100 dollarar í bót, men maður hennara noktar at gjalda bótina. Blaðið The Beacon Journal skrivar, at í rættinum vísti maðurin á, at sambært gamla testamenti er kvinnan undirgivin manninum, og skal nakar revsa hana, skal hann gera tað. Maðurin, sum eitur Brad Barnhill, sigur, at hann er til reiðar at fara heilt upp í hægstarætt við málinum fyri at fáa staðfest støðu sína.










