Gav íblástur til víðari lestur

Leygardagin í farnu viku var Hoyvíkar kirkja karmur um eitt skeið í bíbliulestri. Eitt av evnunum var, hvussu ein lesur Bíbliuna í dag, og hvussu ein hevur lisið Bíbliuna upp gjøgnum tíðirnar.

Tað er Teologisk Pædagogisk Center í Løgumkloster sum skipaði fyri hesum skeiði, í samstarvi við Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya.

Skeiðið vendi sær serliga til kirkjuráðslimir og kirkjutænarar. Skeiðshaldarar vóru donsku Gertrud Yde Iversen og Kirsten Nielsen. Samskipari í Føroyum er Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Kvívík.


Eitt av evnunum á skeiðinum var tað, tey nevna myndamálið í Bíbliuni. Her verður spurningurin settur um Gud sum faðir, eina móður, eina leyvu, eina ørn, ein kelda við vatni ella logandi eldur.

Luttakararnir fingu somuleiðis at vita, hví tey fýra evangeli’ini byrja so ymiskt, og hvussu teir fýra evangelistarnir hvør á sín hátt greiða frá seinastu tíðini í Jesu lívi.

Umframt onnur evni úr Nýggja Testamenti varð eisini tosað nógv um Gamla Testamenti. Her var áhugaverdi spurningurin umrøddur, hví kirkjan hevur eina bók, har so nógv snýr seg um harðskap, kríggj og autoriterar gudsmyndir.

Um 25 fólk vóru á skeiðinum, bæði deknar, kirkjuráðslimir og onnur áhugað. Felags fyri øll var í øllum førum, at tey høvdu fingið nógv nýtt at vita um Bíbliuna – og sum ein teirra tók til: - Hetta skeiðið var ein “eye-opener” til víðari bíbliulestur!