310 mia kr. Tað er tað, sum samlaðu ognirnar hjá Bill Gates eru gjørdar upp til, nú hann enn einaferð stendur ovastur á amerikanska ríkmannalistanum. Samlaði listin við 15 teimum ríkastu, stendur nú at lesa á síðuni hjá Føroya Banka, og telur listin eisini eigararnir handan Dell, Oracle og Google. Vert er eisini at leggja til merkis, at Walton-familjan, sum eigur Wal-Mart ketuna, er sera væl umboðað á listanum. Ikki færri enn fimm limir í familjuni standa á listanum.